Tað var á 33. ársaðalfundinum hjá NEAFC, sum var hildin í London, at Jóannes V. Hansen, føroyskur sendimaður í London, varð valdur til nevndarformann í fíggjar- og umsitingarnevndini hjá NEAFC.
Nevndin, ið venliga verður stytt FAC, hevur til endamáls at veita NEAFC ráðgeving um árligu fíggjarætlanina.
Størsta avbjóðing hjá FAC næstu árini verður at finna eina varandi loysn á hølisumstøðunum, tí í fyrsta lagi skal avgerð takast um, um nýggj høli skulu finnast, og um so er, hvar hesi so skulu vera.
NEAFC er millumtjóða stovnur fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, og limalondini eru ES, Noreg, Ísland, Russland, Grønland og Føroyar.
Við á fundinum vóru umboð frá føroysku sendistovuni í London, sum partur av føroyska og grønlendska samráðingartoyminum.










