Føroyskur matur á Discovery

20. desembur verður borðreitt við føroyskum mati á sjónvarpsrásini Discovery Channel Quest.

20. desembur verður parturin av Nomad Chef hjá Discovery, ið snýr seg um Føroyar og føroyskan mat, vístur á Discovery Channel Quest.

 

Í sendingini Nomad Chef ferðast kokkurin Jock Zonfrillo um í heiminum og fregnast eftir lokalum serrættum, ið eini vón at bjarga teimum frá at doyggja út.

 

Jock Zonfrillo bæði fær fyrst innihaldið í matinum til vega, áðrenn hann hagreiðir tað, kókar rættin og síðani borðreiðir. Í so máta ein útlendsk útgáva av Spískamarinum hjá Gutta Vinther og Kringvarpinum.

 

Síðani borðreiðir Jock Zonfrillo við hesum sermerktu rættunum á matstovu síni í Avstralia.

 

Sendingin verður at síggja á alnetinum í eina viku eftir at hon hevur verið á skíggjanum, leygarkvøldið 20. desembur klokkan 20.00.

 

Upptøkurnar vóru gjørdar í juni mánaði, og sum skilst er tað serliga Suðuroyggin, ið sleppur at vísa seg frá síni bestu síðu.