Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg hevði upprunaliga sáttmála við Keypmannahavn, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini fram til summarið í 2024.
Nú hevur Pernille Brandenborg longt sáttmálan við Keypmannahavn til summarið í 2025.
Louise Svalastog, stjóri hjá Keypmannahavn sigur við heimasíðu felagsins, at Pernille er ein sonn stríðskvinna, ið er vælumtókt, bæði millum fjepparar og liðfelagar. Louise Svalastog heldur, at Pernille hevur ment seg nógv síðani knappliga skiftið aftaná húsagangin í Randers. Louise Svalastog hevur vónir um, at Pernille kann menna seg enn meir komandi tíðina.
Við heimasíðu felagsins sigur Pernille, at hon trívist framúr væl í Keypmannahavn, og var tað fegin um at sleppa at leingja sáttmálan. Pernille metir felagið at hava eitt framúr gott hondbóltsumhvørvið, bæði á og uttanfyri vøllin, og hon ætlar at gera sítt ítarsta fyri liðið komandi tíðina.