Føroyskur jólabazarur í Føroyahúsinum

Í ár er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri einum føroyskum jólabazari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Ein partur av peninginum fer til stuðla kvinnum og børnum í Føroyum, sum eru í einari trongstøðu fíggjarliga, og tí tørva hjálp. Hin parturin fer til at fáa føroysk mentunarlig tiltøk til Keypmannahavnar.

Í ár er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri einum føroyskum jólabazari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Ein partur av peninginum fer til stuðla kvinnum og børnum í Føroyum, sum eru í einari trongstøðu fíggjarliga, og tí tørva hjálp. Hin parturin fer til at fáa føroysk mentunarlig tiltøk til Keypmannahavnar.

Tann Føroyski Jólabazarurin, sum er sprottin úr tí føroyska kvinnufelagnum í Keypmannahavn, er ein sjálvstøðugur bólkur undir kvinnufelagnum og er eitt samstarv millum Kvinnufelagið, Føroyahúsið, tey føroysku feløgini og einstaklingar í og uttanfyri Keypmannahavn.

Bazarurin er sera væl vitjaður á hvørjum árið, og tað eru serliga barnafamiljur, ið støkka inn á gólvið. Forkvinnan í kvinnufelagnum, Asley Højgaard, sigur, at tey á hvørjum árið fáa nógv føgur orð frá danum og øðrum útlendinum, sum á jólabazarinum nýta høvið til at keypa ymiskt føroyskt, og at royna ymiskan mat, ið tey ikki hava roynt áður.

- Tað eru eisini fleiri, ið støkka inn á gólvið tí at tey síggja skelti uttanfyri, og enda við bæði at keypa hópin av jólagávum, og at royna teir deiligu nýbakaðu drýlanar aðrenn tey fara út aftur, sigur Asley.

Asley heldur, at hetta tiltakið eisini er ein góð reklamera fyri Føroyar.

- Bara tað at hava ein føroyskan jólabazar í Keypmannahavn er nakað, ið vit meta er stórt. Í novembur mánaði eru tað altíð ein rúgva av jólabazarum í Keypmannahavn, ið umboða fleiri ymisk lond, so hetta eisini ein góður máti at fáa Føroyar við á heimskortið, sigur Asley at enda.

Alt, ið verður gjørt til og á jólabazarinum er sjálvboðið arbeiði. Føroyskar kvinnur á sjúklingahotellinum binda, saman við øðrum kvinnum í Keypmannahavn, nógv pløgg til endamálið. Aðrar seyma, gera rabarbusúltitøj, seyma pútur úr gomlum troyggjum, gera mappur og mangt annað.

Í ár verður jólabazarurin tann 22 og 23 novembur kl 13-16. Meira er at lesa inni á facebook síðuni hjá Føroyahúsinum.