KÍ hevur í kvøld vunnið 3-2 á útivølli í Riga, og NSÍ hevur megnað málleysan javnleik í Helsingfors í Finnlandi.
Tað er vorðið sum úrslit.
KÍ og NSÍ rigga nú til at flúgva heim við sama flogfari. KÍ millumlendir seinni í kvøld í Helsingfors, og so verður høvi hjá starvsfeløgunum í KÍ og NSÍ at spjalla um fínu avrikini í kvøld, og at meta um vánirnar, sum hesi bæði liðini hava at vinna føroyskan fótbólt víðari í Conference League kappingini, tá ið tey um eina viku eiga heimavøll.
Ferðaløgini umborð á leiguflogfarinum kunnu eisini fegnast um, at tey í kvøld hava skrivað søgu. Tað skal skiljast á tann hátt, at tað ongantíð áður er komið fyri, at tvey føroysk feløg á sama leikdegi á útivølli hava vunnið stig. Í kvøld vunnu NSÍ og KÍ fýra stig til føroyska UEFA roknskapin.
Hósdagin í næstu viku skal NSÍ spæla á Svangaskarði, og KÍ skal fyri fyrstu ferð nakrantíð spæla altjóða dyst á heimavøllinum í Klaksvík.
Søtu úrslitini eru serliga vælkomin, eftir at HB ikki megnaði at vinna stig í innleiðandi meistarakappingini í dystinum suðuri í Albania. Úrslitini í kvøld kunnu fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri, hvussu nógv føroysk feløg næstu árini fara at sleppa upp í part í Europa.