Føroyskur doktari í fiskaílegum

Mikudagin vardi Petra Petersen, lívfrøðingur, ph.D.-ritgerð við University of Stirling í Ongland. Hetta er fyrsta ph.D.-ritgerðin, har alt granskingararbeiði er framt á Fiskaaling.

Mikudagin 28.januar vardi Petra Petersen, lívfrøðingur, ph.D.-ritgerð sína "An investigation of genetic and reproductive differences between Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.)” við University of Stirling í Ongland. Hetta er fyrsta ph.D.-ritgerðin, har alt granskingararbeiði er framt á Fiskaaling.

 

Í hesum umfatandi arbeiði eru gjørdar kanningar av ílegunum hjá toski av landgrunninum og á Føroya Banka. Hetta er partvíst gjørt við at taka villan tosk inn á depilin við Nesvík, sum so er aldur víðari. Munurin millum nakrar av ílegunum millum hesar báðar stovnarnar er greinaður, men av serligum týdningi er menning av hættum innan ílegugransking, sum kann brúkast til at forða fyri skaðiligum árinum innan innannøring.

 

- Burtur úr hesum eru eisini komin áhugaverd úrslit, sum hava týdning fyri at skilja avbjóðingina, sum ein niðurundirkomin toskastovnur hevur fyri at koma fyri seg aftur.
 

Tað veit Fiskaaling at siga í kvøld.

 

Lagt verður aftrat, at arbeiðið hjá Petru fekk tíðliga altjóða áhuga. Í 2011 gav hon út vísindagrein saman við fimm øðrum altjóða serfrøðingum í høgt virda tíðarritinum BMC Genetics. Í hesari greinini samanbera tey ávísar ílegur í 14 ymiskum toskastovnum, harímillum báðar teir føroysku stovnarnar.

 

- Hesar íløgur kunnu lýsa, hvussu fiskur lagar seg til nýggjar umstøður og tískil eisini, hvørjar avleiðingar veðurlagsbroytingar kunnu fáa fyri ein stovn.

 

Petra Petersen hevur undir lesnaðinum verið innskrivað við Univeristy of Stirling í Onglandi,  men arbeiðsstaðið hevur verið á Fiskaaling við Áir. Høvuðsvegleiðari hevur verið Dr. John B. Taggart, ið er professari við University of Stirling. Dr. David J. Penman, University of Stirling í Onglandi, Dr. Geir Dahle, Havforskningen í Noregi og Dr. Øystein Patursson á Fiskaaling hava verið hjávegleiðara.   

 

- Verjan fór fram í Stirling, og andmælingar vóru Prof. Gary R. Carvalho frá Bangor University og Prof. Brendan McAndrew frá University of Stirling. Í bretsku skipanini verður kravt, at viðmerkingar og rættingar frá andmælingunum skulu gerast, áðrenn endaliga prógvið verður útskrivað og universitetið leggur ritgerðina út á bókasavnið. Petra fekk viðmerkinga "very minor corrections”, sum skilst bert sjáldan verður givin, sigur Fiskaaling.