Føroyski Arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, hevur staðið á odda fyri einum av vakrastu konserthallum í heimi.
Tað halda tey á Emporis, ið er eitt felag, ið fæst við bygningar.
Ósbjørn Jacobsen var ein av oddamonnunum aftanfyri stórfingnu mentanarhúsinum, Hørpuni, í Reykjavík.
Og nettupp Harpa er sett á listan yvir 15 tær stórfingnastu konserthallirnar í heiminum.
Tað er felagið Emporis, ið fæst við bygningar, ið hevur gjørt ein lista yvir 15 tey stórfingnastu konsertúsini í heimi. CNN endugevur listan og har er Harpa við á listanum.
Tað verða bygdar fleiri og fleiri sermerktar konserthallir, sum við arkitekturi, formi og liti, eru ein framførsla í sær sjálvum og geva áhoyrarum og áskoðarum eitt upplivilsi, longu áðrenn tey hava sett seg, verður sagt um hesi konerthúsini.
Tað merkisverda við listanum er, at tiltikna og eyðkenda operahúsið í Sidney er ikki við á listanum yvir 15 tær stórfingnastu konserthallirnar.
Síggj listan yvir 15 tær stórfingnastu konserthallirnar við at trýsta HER
|