Føroysku U17 kvinnurnar taptu móti Hollandi

Føroysku U17 hondbóltskvinnurnar taptu hálvfinaludystin ímóti Hollandi fyri løtuni síðani 24-21.

 

Hálvleiksstøðan var 11-10 til Holland. Men tað leikti javnt á, og leingi var eitt og tvey mál á muni. Tær føroysku kvinnurnar høvdu trupulleikar við at koma ígjøgnum hollendsku verjuna, og tí fingu tær fleiri brotskøst. 

Men móti dystarenda øktu hollendsku kvinnurnar um munin til úrslitið 24-21.

Føroysku kvinnurnar skulu spæla um bronsuna ímóti annaðhvørt Ukraina ella Serbia.

 

Dystargongdin:

Niðurlond – Føroyar

5 min. 3-0

10 min. 4-3

15 min. 5-5

20 min. 9-6

25 min. 11-8

30 min. 11-10

35 min. 13-11

40 min. 15-14

45 min. 16-15

50 min. 18-17

55 min. 20-18

60 min. 24-21

 

Málskjúttar:

Lukka Arge 8 (8)

Maria Pálsdóttir Nólsoy 4

Bjørk Franksdóttir Joensen 3

Karina Debes Heinesen 2

Karin Egholm 2

Lea Mohr 1

Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 1

 

Silja Arngrímsdóttir Múller varð kosin dagsins leikari hjá Føroyum.