Fyri at fáa samansetingina av pørum so gagnliga fyri stovnin sum gjørligt, blivu telduforritið EVA og skrásetingarskipanin Føroya Fongur brúkt. Av tí at føroyski rossastovnurin er somikið lítil, verður dentur lagdur á at halda innannøringini niðri og varðveita arvaliga fjølbroytni.
Í ár fóru 5 ryssur til greðing. Ætlanin er at fáa ryssurnar skannaðar í heyst, so staðfestast kann um tær eru kviðnar ella ikki. Tá kann hóskandi røkt skipast.
Sí frágreingar um rossini, sum eru við í alingini, á heimasíðuni hjá Felagnum Føroysk Ross.
Pørini í ár — Felagið Føroysk Ross (ffr.fo)