Føroyska kvinnulandsliðið spældi seinnapartin HM-undakappingardyst ímóti Póllandi á Svangaskarði, har Pólland vann 3-0 eftir at hálvleiksstøðan var 2-0.
Tær kropsliga sterku polsku kvinnurnar, sum vunnu umvenda dystin ímóti Føroyum heili 6-0, settu seg alt fyri eitt á dystin og løgdu seg á odda tá ið lítið korter var spælt. Tað var Jolanta Siwińska, sum stútaði Pólland á odda.
10 minuttir fyri hálvleik økti Pólland til 2-0, tá ið Natalia Pakulska umsetti brotsspark til mál. 2-0 var eisini hálvleiksstøðu.
Í seinna hálvleiki framdi Føroyar tvær útskiftingar og kom eitt sindur betur við í dystin, men tað var hóast alt Pólland, sum hevði greitt tamarhald á støðuni og eisini megnaði at tryggja sær ein 3-0-sigur, tá ið Ewa Pajor skoraði í evstu løtu.
Við tapinum er greitt, at Føroyar framvegis er á aftasta plássi saman við Bosnia & Hersogovina og Norðurírlandi. Øll trý liðini hava tvey stig.
Føroyar – Pólland 0-3 (0-2)
0-1: Jolanta Siwińska, 13.
0-2: Natalia Pakulska, 35. (br.)
0-3: Ewa Pajor, 90.
Føroyska liðið: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Oddrún Danielsen - Fríðrun Danielsen (46. Eyðvør Klakstein), Íðunn Magnussen, Olga Kristina Hansen, Rannvá B. Andreasen, Ásla Johannesen (66. Milja R. Simonsen) – Heidi Sevdal
Lesið beinleiðis frásøgnina, sum in.fo hevði frá dystinum, niðanfyri:
Liðugt: Pólland vann greiðan 3-0-sigur.
90min.: MÁÁÁÁL! 0-3 til Pólland. Ewa Pajor hevur lagt Pólland á odda við trimum málum.
85min.: Malena Jospehsen vísir framúr góða renniorku, og - hóast dysturin er gamal - tuskar hon frá miðverjuni og fram í álopi, har hon er rangstødd eftir eitt innlegg.
80min.: Gongdin er tann sama á Svangaskarði, har Pólland hevur bóltin mest og tær føroysku renna aftaná.
70min.: Føroyar roynir í løtuni at leggja trýstið hægri á vøllinum, men enn hevur einki spurt burturúr.
66min.: Føroyar fremur eina útskifting afturat. Ásla Johannessen verður útskift, og í hennara stað kemur Milja R. Simonsen.
60min.: Tað er framvegis Pólland, sum hevur fult tamarhald á støðuni. Føroyar hevur framt eina útskifting. Eyðvør Klakstein er komin á miðvøllin í staðin fyri Fríðrún Danielsen.
Hálvleikur: Tær eru farnar at hvíla seg á Svangaskarði, har Pólland hevur trygga 2-0-leiðslu.
40min.: Pólland situr framvegis á tí mesta og einki bendir á, at Føroyar skal gera seg galdandi í hesum dystinum.
35min.: MÁÁÁÁL! 0-2 til Pólland. Natalia Pakulska hevur send brotsspark í málið og harvið økt um leiðsluna hjá Póllandi.
30min.: Tað er ikki nógv mynstur at hóma í føroyska álopsspælinum. Tær halda ikki leingi upp á bóltin og tað merkir, at Føroyar er nógv í verjustøðu.
25min.: Pólland hevur aftur fingið munin í spælbýtinum, men tær hava ilt við at bróta seg ígjøgnum føroysku verjuna og hava roynt seg við langskotum.
20min.: Tær føroysku eru komnar betur við í dystin eftir at Pólland hevur lagt seg á odda, men enn er eingin málmøguleiki komin burturúr.
13min.: MÁÁÁÁL! 0-1 til Pólland. Nú hevur trýstið hjá Póllandi givið úrslit. Tað var Jolanta Siwińska, sum stútaði bóltin í málið.
10min.: Tað er Pólland, sum hevur havt at kalla alt spælið frá dystarbyrjan, men føroyska liðið heldur væl saman í verjustøðu og enn hava tær póllendsku verið lítið vandamiklar.
Byrjunaruppstilling: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Oddrún Danielsen - Fríðrun Danielsen (46. Eyðvør Klakstein), Íðunn Magnussen, Olga Kristina Hansen, Rannvá B. Andreasen, Ásla Johannesen (66. Milja R. Simonsen)– Heidi Sevdal
Undan dystinum: Føroysku kvinnurnar kunnu erpa sær av, at tær eru ósigraðir í tveimum teimum seinastu dystunum í hesi HM-undankappingini. Báðir vóru hesir dystirnir á heimavølli í síðsta mánað ímóti Bosnia & Hersogovina og Norðurírlandi. Hesir dystirnir endaðu ávikavist 1-1 og 0-0.
Hinvegin hava Føroyar ikki góðar royndir av Póllandi. 26. septembur í fjør vann polska liðið nevniliga heili 6-0 ímóti Føroyum. Føroyar er á aftasta plássi saman við Bosnia & Hersogovina og Norðurírlandi við tveimum stigum, meðan Pólland er á triðja plássi við seks stigum.