Føroysku klæðini eru í vanda

Vit eiga at hava ávísar reglar fyri, hvussu føroysku klæðini skulu síggja út


- Tað er ikki rætt at broyta føroysku klæðini sum vit vilja.

 Tað heldur Karin Brattaberg, sum seinastu mongu árini hevur fingist við at gera føroysk klæði.

Seinastu tíðina hevur eitt rák tikið seg upp, har siðbundnu føroysku klæðini verða broytt og sett saman upp á nógvar ymsar mátar.

 

Og í kjalarvørrinum á hevum hvur kjak tikið seg upp, um vit eiga at hava ein ávísar reglar fyri, hvussu føroysk klæðir skulu síggja út, fyri at kunna kallast føroysk klæðir.

 

- Føroysku klæðini eru í vanda, nú hvør setir klæðini saman um tey vilja. Føroyski klæðini hava tað ikki gott, nú hvør kann broyta føroysku kløðini akkurát sum ein vil, sigur hon.

 

Hon heldur, at føroyingar skilja ikki søguna hjá búnanum og hon heldur, at vit eiga at læra fólk um upprunan til føroysku klæðini.

 

- Tað hevur einki sum helst við føroysk klæði at gera, at fólk hava hugflog og seta alt møguligt saman, alt eftir sum mótin og tíðarrákið er, heldur hon.

- Tað má ikki krøkjast upp í heitið føroysk klæði, at skjúrtið verður stytt upp á lørini, ella at fólk halda upp at at ganga við turriklæði.

 

Trýst á pílun undir myndini og hoyr, hvat Karin Brattaberg heldur um føroysku klæðini og mátan, vit brúka tey upp á nú á døgum.

 

 Men hvat heldur lesarin? skal tað vera loyvt at seta føroysk klæðir saman, sum ein vil, ella skulu vit hava reglar fyri, hvussu hvussu føroysku klæðini skulu síggja út.