Heimsins størsta sjógætismessa - Seafood Expo Global - varð hildin í Brússel í døgunum 21.-23. apríl. Sjey føroyskar fyritøkur luttóku í ár á føroyska landabásinum, sum Vinnuhúsið samskipaði, og Sansir sniðgav.
Føroysku fyritøkurnar lótu sum heild væl at.
Vinnuhúsið vísir í morgun á, at endamálið við messuluttøkuni hjá fyritøkunum er serliga at røkja verandi kundar, endurnýggja avtalur og skapa nýggj sambond við møguligar kundar.
- Messan veksur á hvørjum ári, og keyparar og seljarar av sjógæti koma úr øllum heiminum. Harumframt luttaka eisini veitarar av framleiðsluútgerð, flutningsfeløg og øðrum.
Umframt tær sjey føroysku fyritøkurnar á landabásinum, luttóku eisini ein røð av føroyskum fyritøkum og persónum á messuni.
Vinnuhúsið veit at siga, at helst vóru umleið 150 føroyingar á messuni í ár.
- Endamálið við føroyska landabásinum er at gera tað ómakaleysari hjá fyritøkunum at luttaka á messuni og at seta fokus á Føroyar sum ein góðskuframleiðara av sjógæti, verður lagt aftrat.
Í 2016 verður Seafood Expo Global hildin í døgunum 26.-28. apríl.