Føroyskt sum annaðmál í Suðuroy

Tilmeldingin til føroyskt sum annaðmál í Suðuroy letur upp í dag. Tað er til at melda seg fram til tann 19.januar. Tey sum longu eru tilmeldaði skúlaárið, skulu ikki melda seg til umaftur. Men nýggir næmingar verða biðnir um at melda seg til skipanina.

 

Undirvísing nú í vár eisini fer fram í Vági, umframt Tvøroyri og Hvalba.

 

FSA Suðuroy skipar í samstarvi við Barna – og útbúgvingarmálaráðið og allar kommunurnar í Suðuroy fyri undirvísing í føroyskum ætlað tilflytarum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Skeiðið er ikki ætlað norðurlendingum.

 

Næmingarnir læra um føroyskt og um samfelag og mentan. Skeiðið er skipað eftir CEFR leistinum, og verða næmingar visiteraðir, áðrenn undirvísingin byrjar.

 

Undirvísingin fer fram í Tvøroyrar skúla, Vágs skúla og Hvalbiar skúla og byrjar í januar/februar. Skeiðið endar við roynd, og hvør næmingur fær annahvørt prógv frá stigroynd, sum gevur atgongd til framhald í útbúgving í føroyskum sum annaðmál, ella endaligt prógv frá støðuroynd.

 

 

 

Møtiskylda er á skeiðnum, og skal næmingurin vera lestrarvirkin fyri at vera innstillaður til próvtøku.

 

Tvøroyrar kvøldskúli skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Um tørvur er á hjálp, ber til at senda teldupost til kvungskuli(at)tvoroyri.fo

 

 

 

Praktiskar upplýsingar

 

Tilmeldingin letur upp 5.januar á heimasíðuni niðanfyri

Gjald: 500 krónur (fyri undirvísingartilfar)

 

Undirvísing er sambært avtalu við undirvísara.

 

Undirvísari/teacher: Majken S. Gaard og Jóna G. Christiansen

 

Staðseting: Tvøroyrar Skúli, Hvalbiar skúli og Vágs skúli.

 

Vinarliga send okkum fylgjandi upplýsingar á teldupostin kvungskuli@tvoroyri.fo

 

  1. Títt fulla navn
  2. Føðiár
  3. Búðstað
  4. Upplýsa títt arbeiðið og arbeiðstímar
  5. Títt telefon nummar

 

Málbólkur: Føroyskt mál og mállæra, courses for people who have permanent residence in the Faroe Islands

 

----

 

English/enskt

 

FSA Suðuroy, in collaboration with the Ministry of Education and the Municipalities in Suðuroy, teaches Faroese for immigrants, who do not have Faroese as their mother tongue. 

 

The course is not intended for Scandinavians. 

 

Students learn Faroese language and about society and culture. The course is organized in accordance with the CEFR scale. Also, the students are screened before classes commence. 

 

Teaching takes place in school in Tvøroyri, Vági and Hvalba in the beginning in January/February. 

 

Teaching is for 15 weeks 2 and a half hour each time in agreement with your teacher.

 

The course concludes with an exam, and each student receives either a certificate from a position exam, which gives access to further education in Faroese as a second language or a final diploma. 

 

Class attendance is compulsory, and students must be active in studies to be nominated for the exam. 

 

Tuition fee of kr. 500.00 is charged for teaching materials. Tvøroyrar Kvøldskúli is responsible for the practicalities of the course. Registration takes place here on the school's website. 

 

For any further assistance, please send an e-mail to kvungskuli@tvoroyri.fo 

 

 

 

Practical informations

Enrolling starts 5th of january here on this site.

 

Payment: Tuition fee of kr. 500 is charged for teaching materials 

 

Teaching in agreement with teacher.

 

Teacher: Jóna G. Christiansen and Majken S.Gaard

 

 

 

Location: Hvalbiar Skúli, Vágs skúli and Tvøroyrar skúli

 

You also have to send this information to the school:

 

  1. Your full name.
  2. Date of birth.
  3. Where you live.
  4. Your work and your working hours.
  5. Your phone number.                                                                                                                                                                                                                    Send it to kvungskuli@tvoroyri.fo