Seinni í ár letur ein risastórur leikvøllur upp í Minnesota, sum kostar heilar 7,3 milliardir krónur at byggja. Uttaná verður leikvøllurin klæddur við flísum, og á einari av hesum flísunum verður eitt føroyskt eyðkenni á. Tað hevur Robert Younger, sum er av føroyskari ætt, syrgt fyri.
Robert Younger er trúgvur fjeppari hjá Minnesota Vikings í NFL, fremstu deildini í amerikanskum fótbólti. Tað er felagið, sum fer at húsast í U.S. Bank Stadium, ið verður nýggja navnið á leikvøllinum, har ein flís fer at vera við áskriftini “Faroe Islands”.
- Eg eri errin av at vera av føroyskari ætt, og tað helt eg skuldi váttast á flísini, sigur Robert, sum av fleiri orsøkum kennir seg sum ein rættan víking. Umframt at hann er av føroyskari ætt, so heldur hann við Vikings og millumnavn hansara er Viking.
Drúgv samrøða við Robert Younger er at lesa í Sosialinum í dag. Har ber m.a. til at lesa um føroysku ættina hjá Roberti, hvussu langtsíðani tað er hann var í Føroyum og hvussu dýr flísin hjá honum var.