Rottur, veggjalús og kakkulakkar er blivin fastur táttur í lívinum hjá teimum, sum búgva á kenda Øresundskollegiet í Keypmannahavn.
Øresundskollegiet, sum sigst vera størsta studentabýli í Norðurlondum, er eisini serstakliga vælkent í Føroyum, tí tað man vera ein hin størsti savningarstaðurin hjá føroyskum studentum í keypmannahavn og ein hópur av føroyskum studentum býr har.
Men nú skriva fleiri danskir miðlar í morgun, at teir 1500 studentarnir, sum búgva á Øresundskollegiet eru illa plágaðir av skaðadyrum.
Hetta síðsta hálva árið er tað hent 25 ferðir, at skaðadjór eru funnin á einum av kømurunum.
Tað er serliga veggjalúsin, sum ger um seg og trupulleikin er so umfatandi, at leiðslan fyri Øresundskollegiet hevur keypt eina frystibingju, har studentarnir kunnu beina fyri teimum veggjalúsum, teir finna.
Men tey eru eisini plágað av rottu og kakkulakkum.
Fleiri av teimum, sum búgva á Oyrarsundskollegiet halda, at leiðslan hevur skyldina av, at trupulleikin er vorðin so umfatandi, tí tað verður ikki gjørt nakað veruligt og samskipa átak at beina fyri trupulleikanum. Tað nyttar ikki nógv at viðgera eitt og eitt kamar, siga tey.
Nevndarformaðrin fyri Øresundskollegiet lovar at gera nakað við trupulleikan. - Vit eru greið yvir, at talan er um ein trupulleika og vit hava gjørt at at fara meiri miðvíst til verka, sigur hann við danskar miðlar.
|