Mánadagin 30. desember klokkan 19 verður minningarhald í Vesturkirkjuni, har vit minnast frælsishetjuna, Nelson Mandela sum doyði tann 5. desember, 95 ára gamal.
Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni sigur at endamálið við minningarhaldinum er at dvølja við tann týdning, ið hann fekk fyri suðurafrikanska fólkið, heimsfrið og heimsfatan.
- Tríggjar talur verða hildnar, og sóknarpresturin Heri Joensen er saman við biskupi liturgur. Tey, ið tala eru:
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og prestarnirn Inga Poulsen Dam og Theodor Eli Dam Olsen.
Ananrs fara Yggdrasil, Angelika Nielsen, Mikael Blak, Heðin Ziska Davidsen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen at spæla løg úr Suðurafrika.
Fólkadkirkjan sigur, at tað er Jan Múller, stjóri og fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, ið eigur hugskotið til minningarhaldið
- Hann vendi sær til biskup og prestarnar, ið tóku væl ímóti hugskotinum.
- Vónandi fáa vit eina kveikjandi løtu, ið økir okkara egnu lívsgleði og mennir tilvitanina svá, at vit geva hvør øðrum gætur við atliti at friði, sosialum ágóðum og mannarættindum, sigur Fólkakirkjan.
|










