Í turrsvimjing eru tey íðkandi í svimjiklæðum, og her ræður um at koma á eina rullufjøl og síðani “svimja” seg á mál so skjótt sum gjørligt.
Og tað megnar Guðrun Mortensen sera væl. Sum tað sæst á klippinum, so er vendingin kanska ikki tann besta, men seinastu 25 metrarnar setir hon fulla ferð á, og í evstu løtu vinnur hon seg upp á fremsta plássið. Og sambært frásøgufólkunum, so er altso talan um heimsins bestu tíð á teininum.










