Føroyskt felag fær Jóan Símun

Nakað bendir á, at Jóan Símun ikki endar í Vejle, men í føroyskum felagi

Tað sær ikki út til, at samráðingarnar millum Jóan Símun Edmundsson og Vejle geva nakað úrslit. Vejle fer í morgin á venjingarlegu sum upptakt til komandi kappingar, men avtalan við Jóan Símun er ikki komin upp á pláss.

 

Les eisini: Jóan Símun nærkast eini avgerð

 

Jóan Símun hevur annars verið í samráðingum við Vejle, har hann eisini hevur verið til royndarvenjingar. Venjarin hjá Vejle segði við bold.dk, at hann ynskti at fáa Jóan Símun í hópin, men hetta sær ikki út til at tilfeldið.

 

Tí tykist meiri og meiri sannlíkt, at Jóan Símun Edmundsson endar í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Spurningurin er so bara hvar?