Føroyskir ungdómar í altjóða flogbóltskapping

Í dag og næstu dagarnar eru tvey føroysk flogbóltslið fyri U19 menn og kvinnur í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U19 í Danmark

Føroyar luttaka á NEVZA U19 2014, North European Volleyball U19 Championship.

 

Í døgunum 14. til 16. oktober luttaka tvey flogbóltslandslið í altjóða flogbóltskappingini NEVZA U19 fyri menn og kvinnur. Kappast verður um norðurevuropiska meistaraheitið fyri U19 flogbóltslandslið, fyri menn og kvinnur.

 

Kappingin er í Ikast høllini í Danmark, har kappast verður um meistaraheitið í 3 dagar. Tað er danska flogbóltssambandið, sum skipar fyri U19 kappingini hesuferð.

 

Føroya senda 12 ungar kvinnur og 12 ungar menn avstað, í aldrinum 15 til 19 ár. Tey fara at kappast ímóti landsliðum úr Danmark, Íslandi, Onglandi, Noregi og Svøríki. Í fjør vunnu danir meistaraheitini, bæði hjá kvinnunum og monnunum.

 

Kvinnurnar spæla móti Íslandi nú í morgun klokkan 8 og móti Danmark klokkan 17 (fø-tíð). Menninir spæla móti Danmark kl. 10 og móti Svøríki kl. 14:30. Úrslitini frá dystunum kunnu síggjast á fbf.fo og á Facebook undir NEVZA U19 2014, har møguleiki eisini verður at streama dystirnar beinleiðis.

 

Kvinnur U19: aftast frá vinstru: Eva Winther Nagata, Anna Lovisa Falkenberg, Súsanna Ludvig, Maria Bech Nielsen, Durita Matras Gestsdóttir, Rebekka Magnussen, Tordis Sigurbjørnsdóttir, Barbara Herdalur Poulsen, Maria Guldborg Nielsen, Kristina Mouritsen. Venjari er Jákup Fjalsbak og á myndini vantar Hildigunn Poulsen, Elisabet Olsen og liðleiðarin Frida Sigmundsdóttir

 

Menn U19 eru: Niels Niclasen, Uni Jacobsen, Sjúrður Niclasen, Kasper Lorenzen, Rúni Christiansen, Jákup Martin Weihe, Teitur Egholm Anderson, Oskar í Haraldsstovu Weihe, John Olivar Edvardsson, Hjørtur Sólstein, Jógvan Eli Fagraklett, Gudmund Larsen Vestergaard. Venjari er Kári Magnussen hjálparvenjari Kaj Niclasen og liðleiðari er Frida Sigmundsdóttir