Snikkarakjallarin hjá Bødvari Hjartvarssyni í Dali hevur øll árini lagt seg eftir at gera trappur, spísiborð, stólar, benkur, innhurðar, køkar og annars alt vanligt snikkaraarbeiði - eftir bílegging.
Tað, sum hevur fylt nógv mest hjá fyritøkuni, eru trappurnar. Tað var eisini tann tíð, tá Snikkarakjallarin framleiddi einar 200-250 trappur um árið, men soleiðis, sum gongdin hevur verið seinnu árini, skal tað vera eitt rímiliga gott ár, áðrenn talið av trappum kemur upp á 50.
- Sagt verður, at nógv byggivirksemi er kring landið, men tað eru lutfalsliga fá nýggj sethús, sum verða bygd. Tá lítil nýbygging er, og fáar og smáar dagføringar eru av eldri sethúsum, verður eftirspurningurin eftir trappum hareftir.
Bødvar Hjartvarsson vísir á, at ein onnur orsøk til minkandi eftirspurningin er, at nógv eisini verður innflutt. Snikkarakjallarin hevur tó altíð nakrar trappur í ordra, og soleiðis var eisini, nú Vikublaðið vitjaði í síðstu viku.
Í nøkur ár hevur Bødvar Hjartvarsson havt eitt samstarv við Stóru Dímun um sonevndu ”dímunarkrakkarnar”. Tað er Leivur Andresen í Miðvági, sum dreygar beinini. Síðan verður krakkurin settur saman í Dali - og at enda verður hann polstraður við garvaðum skinni úr og í Stóru Dímun.
- Í ár hava vit eisini framleitt eitt fitt tal av stólum, og hetta er nakað, vit saktans kundu gjørt meira við. Vit hava eisini gjørt nakrar barrstólar. Hetta eru alt haldbarir stólar, sigur Bødvar Hjartvarsson.