Føroyskir skótar á legu í illveðri

Skótar úr øllum landinum hava verið á venjingarlegu á Langasandi

Í illveðrinum síðsta vikuskifti vóru skótar og leiðara úr øllum landinum á Krossriddaravenjing á Langasandi.

Jóna Venned frá KFUM skótunum, sigur, at krossriddaravenjingin er ein tjaldlega, har skótarnir læra at arbeiða í patruljum, og er eisini tað næsta av trimum stigum í venjingarskipanini hjá KFUM skótunum í Føroyum.

 

Sí fleiri myndir frá leguni við at trýsta HER

 

Fríggjakvøldið vóru skótarnir undirvístir í ástøði, sum teir royndu seg í leygardagin og sunnumorgunin.

Onkur patrulja valdi at gera mat á primitivan hátt, meðan onnur vildu læra seg kotir, knútar, pionering o.s.fr.

 

Seinnapartin leygardagin vóru allar patruljurnar til sama virksemi, og leiðin gekk til Víkar, har gingið var niðan til Kluftá.

Við Kluftá fingu skótarnir eina uppgávu: Teir skuldu gera flakar við gongustavum, ruskposum, tveini og gaffatape. Hesir flakarnir skuldu klára at flóta í ein minutt við einum skóta á.

Tveir av trimum flakum eydnaðust sera væl, meðan tann triði skótin fekk karm. Tað regnaði so illa, at øll vóru á kroppi, tá ið komið varð aftur til Langasands at eta nátturða.

 

Krossriddaravenjingin er ein tjaldlega, men av tí at soviposar, og alt annað, var blivið vátt, so sluppu skótarnir at sova inni náttina til sunnudag.

Umframt alt hetta, var sjálvandi tíð til legubál, samansjóðing, skótahugna og spæl. Eisini leiðarnir hugnaðu sær óført, eitt nú við at læra seg væl umtókta knútin “Trucker’s hitch”, sum norsku Ylvis syngja um.

 

Hóast veðrið ikki var við okkum, so eydnaðist venjingin sera væl, og veðrið batnaði sunnumorgunin tá ið próvhandanin var, sigur Jóna Venned.