Í ringasta føri kann tað enda við, at føroyskir sjómenn, sum sigla undir Dis skipanini í Danmark verða útihýstir, ella tað kann enda við, at teir verða noyddir at flyta til Danmarkar.
Tað sigur Antares, sum er felagið hjá útisiglarunum, á heima síðu síni. Felagið sigur, at føroyskir sjómenn, sum sigla undir Dis skipanini eru rættiliga komnir í klemmu, nú samgongan hevur broytt pensjónsskipanina, so at skatturin nú skal rindast, tá ið goldið verður í eftirlønarskipanina og ikki tá ið eftirlønin verður útgoldin.
Orsøkin er, at eftir krøvum frá Taks, skulu donsku reiðararnir skjalprógva, at føroysku sjómenninir undir Dis skipanini, eisini lúka krøvini í føroysku pensjónslógini, umframt at teir eru undir donsku skatta- og pensjónsskipanini.
- Donsku arbeiðsgevararnir vilja tó treyðugt ganga hesum kravi á møti .Tað er lutvíst tí at tað krevur ov nógva umsitingarliga tíð og orku. Men tað er eisini lutvíst tí, at teir bara meta seg standa til svars fyri donsku lóggávuni, og ikki teirri føroysku eisini.
- Úrslitið av hesum kann í ringasta føri verða, at føroyingar verða valdir frá á danska arbeiðsmarknaðinum ella at teir noyðast at flyta til Danmarkar fyri at sleppa burturúr hesi fløkjuni, sigur Antares.
- Hóast tað burturav er ein politisk uppgáva at fáa greitt henda trupulleika, hevur PFA Pension kortini biðið um fund við Fíggjarmálaráðið og Taks, í eini roynd at greiða fløkjuna, føroysku sjómenninir eru komnir í. Tann fundurin verður í heyst.
Antares sigur, at í PFA pensjon hava tey góðar vónir um, at politiskur vilji er í Føroyum til at loysa trupulleikan. - Sambært eini uppgerð hjá Fíggjarmálaráðnum, kemur meira enn ein miljard av inntøkunum hjá føroyska samfelagnum frá føroyingum, ið starvast uttanlands og tað svarar til 7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, sigur Antares sum hevur 567 limir í løtuni, men lagt verður afturat, at limatalið veksur alsamt.
|