Føroyskir rógvarar til HM í inniróðri

RSF hevur broytt støðu og skipar allíkavæl fyri úttøkukapping til HM í Boston í 2015.

Eins og undanfarin ár, ætlar Róðrarsamband Føroya, at senda føroyskar rógvarar til HM í inniróðri, sum verður í Boston.

 

RSF boðar frá, at ætlanin er at senda eini fýra til seks føroyingar at taka lut í HM. RSF boðar tó frá, at hetta er treytað av, at nóg góð undirtøka verður til úttøkukappingina. RSF setir sum treyt, at 30 rógvarar melda seg til úttøkukappingina, sum verður 29. novembur. Hetta er ein avleiðing av, at undirtøkan var sera lág til undanfarnu kapping.

 

Les eisini Seinasta ferðin til Boston

 

Einans fimm rógvarar meldaðu seg til úttøkukappingina til HM 2014, sum var hildin í januar. Tá segði Jan Herman Hansen, at hetta var seinastu ferð, at innirógvarar vóru sendir til Boston, tí undirtøkan var so lítil.

 

Vónin var, at HM-kappingin í Boston skuldi virka sum ein gularót fyri føroysk kappróðrarfólk, men lága undirtøkan bendir á, at hetta ikki hevur eydnast higartil. Nú verður so ein roynd gjørd afturat.