Føroyskir politikarar sovna í framburðinum

At fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2016, loysir ikki trupulleikan hjá føroyska samfelagnum

Føroyskir politikarar mugu ikki seta seg upp afturá fyri tað um framburður er í búskapinum.

Tað halda Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Felagið ávarar staðiliga politikararnar ímóti at lata framburðin, sum nú er í búskapinum, forða fyri at tær nýskipanir, sum eru neyðugar fyri at tryggja haldførið íbúskapinum, verða framdar.

 

- Góða búskaparliga gongdin er eyðsýnd, men samstundis er sera umráðandi, at gongdin ikki skuggar fyri teimum broytingum, sum eru neyðugar fyri at tryggja langtíðar haldbarið í føroyska búskapinum, sigur Vinnuhúsið, sum umboðar Arbeiðsgevarafelagið.


Tey vísa eisini á tað, Tjóðbankin førdi fram um føroyska búskapin í farnu viku og vísa á, at tað, sum danski tjóðbankin førir fram, er akkurát tað, føroyska Búskaparráðið, og Vinnuhúsið, hava ført fram í langa tíð.

 

Les eisini: Danski Tjóðbankin ávarar føroyingar

 

- Fæst landskassahallið burtur í 2016, hevði tað verið frálíkt, men hetta í sær sjálvum loysir ikki meira grundleggjandi vansarnar, sum í longdini kunnu fáa alvarsamar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, sigur Vinnuhúsið.

 

- Tað snýr seg í stóran mun um broytingar í skattaskipan okkara, har tað er neyðugt at breiðka skattagrundarlagið, samstundis sum tað er neyðugt at lækka skattin á vanliga lønarinntøku.

 

- Skattur á lønarinntøkuna skal niður fyri at gera Føroyar kappingarførar um arbeiðsmegina, samstundis sum skattagrundarlagið skal breiðkast, soleiðis at skattatrýstið verður býtt javnari og meira effektivt á føroysku borgararnar, sigur Vinnuhúsið.