- Tað er landið, sum hevur ræðisrættin á Samhaldsfasta.
Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur spur hana um leiklutin hjá Samhaldsfasta í eini framtíðar pensjónsskipan.
Kristina Háfoss sigur, at landið hevur ræðið á Samhaldsfasta, men at tað er stýrið, sum ásetur veitingina úr grunninum.
Annars heldur landsstýriskvinnan rætt og slætt, at samhaldsfasti eigur at verða kjølfestur í eini komandi Stjórnarskipan Føroya, soleiðis at rætturin hjá øllum føroyingum til eina trygga pensjón úr Samhaldsfasta í enn størri mun verður tryggjaður.