Fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin fyri Fólkaflokkin leggur harðliga eftir føroysku fjølmiðlunum í lesarabrævi í dag.
Frá sínum politisku royndum, ásannar Jógvan við Keldu, at tað nærum er at taka sum náttúrulóg í politikki, at harður orðadráttur gerst partur av gerandisdegnum, men honum hóvar lítið viðferðina, sum løgmaður hevur fingið í føroysku fjølmiðlunum.
- Tó, sjálvur haldi eg, hóast eg ikki eri sambandsmaður, at okkara løgmaður, Kaj Leo Johannesen, í mongum orrustum hevur verið hendinga ljótt og óvirðiliga persónliga niðurgjørdur, men tó verið afturvendandi hampiligur, skrivar Jógvan.
Jógvan við Keldu heldur eisini, at føroysku fjølmiðlafólkini allarhelst eru eins vinstrahallin og okkara norðurlendsku grannar, hóast ongar ítøkiligar kanningar eru gjørdar av hesum.
- Møguliga er ikki lætt at staðfesta, hvussu føroysk fjølmiðlafólk politiskt eru samasett, tí hóast kanningar verða gjørdar um øll viðurskifti “frá skriðdjórum til dinosaurar, frá børnum til elligomul, frá politiskum gjøgnumskygni til lokað mál”, so er ongin kanning framd av føroyskum fjølmiðlafólkum, hvar tey standa politiskt, hóast sagt verður av og á, at Norðlýsið er sambandsblað og journalistar annars eru vinstravendir, skrivar hann.
Alt lesarabrævi kann síggjast her