Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur kannað, hvørjar fordómar føroyingar hava, tá tað kemur til Danmark, ríkisfelagsskapin og ES. Eitt av høvuðsøkjunum snýr seg um munin millum sosialar veitingar í Føroyum og Danmark.
“Ása og Óli – ein søga um fordómar og fakta” eitur faldarin, sum fyrr í vikuni varð útgivin á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, www.jaf.fo. Faldarin tekur støði í eini kanning - Føroyingar um Føroyar - sum Lóður gjørdi fyri flokkin fyrr í ár, har 535 føroyingar í aldrinum 15 til 75 ár luttóku. Endamálið við søguni um Ásu og Óla, er at vísa á fordómar ella hugsanir føroyingar hava um ymisk ríkisrættarlig mál og halda teimum upp ímóti fakta. Søgan um Ásu og Óla skal samstundis vera við til at seta ein gerandisligan dám á kanningina við ítøkiligum dømum og tekningum. Til ber millum annað at fáa faktuellar staðfestingar um barnakekkar, skattatrýst og viðurskifti hjá lesandi í Føroyum og Danmark.
Teknað faldaran hevur Allan Korsager Davidsen.
Faldarin verður at fáa á Fólkafundinum í Runavík um vikuskiftið og er eisini tøkur at lesa VIÐ AT TRÝSTA HER










