Føroyskir filmsdagar í Norðurlandahúsinum

Í hesum døgum er føroysk filmsframleiðsla og føroyskir filmar á skránni í Norðurlandahúsinum.

Í hesum døgum er føroysk filmsframleiðsla og føroyskir filmar á skránni í Norðurlandahúsinum.

 

Filmsdagarnir í Norðurlandahúsinum byrjaðu fríggjadagin og halda á til mikudagin. Hvønn dag verður minst ein filmur vístur. Skráin sær soleiðis út:

 

Fríggjadagur 23. januar kl. 19:00

BARBARA – WILD WIE DAS MEER / VILL SUM HAVIÐ

Týsk Barbara-filmatisering frá 1961 við framløgu

 

Leygardagur 24. januar kl. 14:30

LUDO + MAGMA

Psykologiskt drama við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra

 

Leygardagur 24. januar kl. 16:30

FØROYSKUR FILMUR – NÚ OG Í FRAMTÍÐINI

Stuttfilmur og orðaskifti um framtíðarútlitini

 

Leygardagur 24. januar kl. 19:00

ATLANTIC RHAPSODY + MUNCH

Gerandisdagurin í Havn í 1989 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra

 

Sunnudagur 25. januar kl. 16:30

BYE BYE BLUE BIRD + TERMINAL

Føroyskur road-movie frá 1999 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra

Norðurlandahúsið í Føroyum, Norðari Ringvegur, Tlf. 351 351 - www.nlh.fo

 

Sunnudagur 25. januar kl. 19:00

BARBARA

Stórsligin Barbarafilmatisering frá 1997

 

Mánadagur 26. januar kl. 19:00

SELKVINNEN + VETRARMORGUN

Norskur filmur frá 1953 við framløgu og forfilmi

 

Týsdagur 27. januar kl. 19:00

TRE BLINK MOD VEST + ALDUR

Dokumentarfilmur frá 1992 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra

 

Mikudagur 28. januar kl. 19:00

1700 METER FRA FREMTIDEN

Dokumentarfilur frá 1990 og vitjan av filmleikstjóra

 

 

Avmarkaða føroyska filmsframleiðslan hevur tikið dik á seg seinastu árini. Alsamt fleiri nýggir stuttfilmir eru framleiddir, sum hava vunnið altjóða heiðurslønir, og tað hevur skapt eitt støðugt vaksandi føroyskt filmsumhvørvi. Tiltakið við Klippfisk hevur birt undir hesa gongd, og við Klippfiskverkætlanini verður støðugt arbeitt fyri at skapa betri og gróðrarríkar karmar fyri eini føroyskari filmsframleiðslu.

 

Í skránni fyri filmsdagarnar skriva fyrireikararnir soleiðis:

 

Føroysk filmsframleiðsla er kortini ikki nýggj, tí í 1989 varð tann fyrsti føroyskt framleiddi spælifilmurin, Atlantic Rhapsody, frumsýndur. Filmurin er ein skemtilig lýsing av gerandisdegnum í Tórshavn. Katrin Ottarsdóttir leikstjórnaði filmin. Hon er eisini kend fyri m.a. road-filmin Bye bye blue bird (1999) og psykologiska spenningsfilmin Ludo (2014).

 

Eyðkenda føroyska náttúran hevur harumframt leingi verið dragandi fyri útlendskar filmsleikstjórar, og hevur m.a. verið leiktjald fyri filmsgerð av skald- søgum. Týski filmsleikstjórin Frank Wisbar gjørdi í 1961 ein film burtur úr meistarligu skaldsøguni Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, og hetta endurtók danski filmsleikstjórin Nils Malmros 36 ár seinni. Báðir filmarnir verða framvegis vístir. Somuleiðis eru gjørdir fleiri dokumentarfilmar, sum lýsa lívið, náttúruna og samfelagsmenningina í Føroyum. Dømi um hetta eru tveir filmar hjá danska filmsleikstjóranum Ullu Boje Rasmussen 1700 meter fra fremtiden (1990) og Tre blink mod vest (1992). Báðir verða vístir í nýggjum digitalum útgávum.

 

Katrin Ottarsdóttir og Ulla Boje Rasmussen verða gestir á Føroysku Filmsdøgunum. Eisini luttaka m.a. Sakaris Stórá, Ingun í Skrivarastovu, Hugin Eide og Jan Berg Jørgensen, tá skipað verður fyri seminari um menningina og framtíðarútlitini fyri føroyskari filmsframleiðslu.

 

Norski filmsøgumaðurin Jan Erik Holst fer at greiða frá norska filminum Selkvinnen (1953), sum er ein av teimum fyrstu spælifilmunum, ið er tikin upp í Føroyum. Føroyskir Filmsdagar lýsa føroysku filmsverðina við einum blandingi av søguligum og nýggjum filmsheitum.«