Føroyskir DM meistarar í amboðsfimleiki

Í farnu viku var Aalborg karmur um danmarksmeistaraheiti í 47 ymiskum ítróttargreinum. Hetta er fyrstu ferð, at danmarksmeistaraheiti hevur verið skipað á henda hátt, og hevur hetta tiltakið verið so mikið væleydnað, at tað sambart DIF, verður skipað á sama hátt komandi ár. 

 

Føroysk fimleikafeløg hava ikki møguleika at luttaka til DM, og tí hava teir føroysku amboðsfimleikararnir, frá ávikavist Fimleikafelagið Ljósið og Havnar Fimleikafelag, luttikið í DM í Aalborg umboðandi: Greve Gymnastik og Trampolin, VIK og Gefion. Teir føroysku amboðsfimleikararnir tryggjaðu sostatt teirra donsku feløgum niðanfyri nevndu danmarksmeistaraheiti:

 

U17

 

Bjarki Johannesen - DM meistari í ringum og lop

 

VIK/Havnar Fimleikafelag

 

U19 

 

Rókur S. Vestergaard - DM meistari í beinsveiggj

 

Greve Gymnastik og Trampolin/Fimleikafelagið Ljósið

 

Seniorar

 

Rani Allansson Dalsgarð - DM meistari í gólv og lop

 

VIK/Havnar Fimleikafelag

 

Aron D. Jacobsen - DM meistari í beinsveiggj, ringum, rekk og all around

 

Gefion/Havnar Fimleikafelag

 

Tað er at frøðast um, at føroyskir amboðsfimleikarar eru á so høgum støði, at teir vinna fleiri DM meistaraheiti í øllum trimum aldursbólkum. Hesi úrslit byggja á miðvísa venjing frá heilt ungum árum, umframt góðar fysiskar karmar í FIMI í Havn. Týdningarmest av øllum er tó góðir venjarar, og hava teir føroysku íðkararnar seinastu nógvu árini havt útlendskar venjarar á sera høgum støði, ið sjálvir hava luttikið til OL fyri teirra heimlond.