Føroyskir badmintonspælarar í Århus

Farna vikuskiftið hava átta spælarar á føroyska badmintonlandsliðnum luttikið í kapping í Århus

Farna vikuskiftið hava átta spælarar á føroyska badmintonlandsliðnum luttikið í kapping í Århus. Støðið á kappingini var høgt og Badmintonsambandið metir, at føroysku spælararnir kláraðu seg væl. Tey fingu fleiri góðar og tættar dystir.

 

Serliga væl gekk tað hjá Bjarnhild í Buð Justinussen. Hon var í hálvfinaluni í øllum greinum. Í tvímansleiki spældi hon saman við Ranju Joensen - tær spældu eina sera spennandi hálvfinalu. Sum tær taptu 2-1.

 

Eisini í hálvfinaluni í blandaðum tvímansleiki, sum Bjarnhild spældi saman við Magnusi Dal-Christiansen, var ein tættur trýsettari, sum tey tíverri eisini taptu 2-1.

 

Í hálvfinaluni í einmansleiki gjørdi Bjarnhild bart og vann hana 2-0, og finaluplássið var tryggjað. Bjarnhild kempaði væl, men tryggjaði Føroyum silvurheiðursmerki. Eitt sera flott vikuskiftið fyri ungu klaksvíksdamuna.

 

##med2##