Her eru myndirnar, sum verða sendar heimins fjølmiðlum frá dystinum í Grikkalandi millum Grikkaland og Føroyar, sum Føroyar vunnu 1-0
Vit endurtaka tað fegin, at Føroyar í kvøld hava skrivað fótbóltsøgu og framt størstu fótbóltssensasjón síðani minniliga dystin móti Eysturríki 12. september í 1990.
Heimsins fjølmiðlar fara uttan iva at skriva um dystin og vísa myndir. Hesum hava tey, ið selja myndir til fjølmiðlar longu gjørt sær dælt av.
Miðlahúsið hevur keypsavtalu við Polfoto um keyp av útlendskum myndum og sølu av føroyskum myndum.
Niðanfyri síggjast nakrar av myndunum, sum Polfoto hevur at selja fjølmiðlum: