Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari, tá Sandnes ULF í heimadysti á Øster Hus Arena leikvøllinum tók ímóti Træff í dysti í triðbestu norsku í bólki 1 í fótbóltsdeildini.
Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki 0-0. Tá klokkan vísti 90 minuttir legði Gullbrandur heimaliðið á odda við sínum fyrsta máli í deildini hetta kappingarárið. Men tað helt ikki til sigurs hjá Sandnes. Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Træff til 1-1, og so mátti taka til takkar við einum javnleiki.
Sandnes er nummar seks í bólki 1 í triðbestu deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Notodden er fremst í deildini við 11 stigum.
Sunnudagin 12. mai spælir Sandnes dyst á útivølli móti Brattvåg.