Føroyski kappróðurin í vanda fyri at doyggja út

Føroyskir bátasmiðir skulu vera alment løntir, tí skjótt dugir ongum at smíða føroyskar bátar longur

Føroyski báturin er í vanda fyri at fara í søguna.

 

Tað staðfestir Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi.

 

Tí hevur hann lagt uppskot fyri løgtingið um at gera eina bjargingarætlan fyri føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði.

 

Løgtingsmaðurin vísir hann á, at enn hava vit nógvar møguleikar at bjarga føroyskum bátasmíði, og føroyska bátinum.

- Men tann møguleikan eiga vit ikki leingi afturat, staðfestir hann.

 

Páll á Reynatúgvu vísir á, at teir fáu bátasmiðirnir, sum eru eftir, verða ikki yngri við árunum

 

Tá ið ongin eftir eftir, sum dugir hetta serliga handverkið, fer føroyski báturin, sum eigur lívið í føroyingum, í søguna – og so fer tjóðarítrótt okkara, kappróðurin eisini í søguna.

 

- Tí er neyðugt, at landsstýrismaðurin nú fær eitt vælmeint, men neyðugt, trýst frá løgtinginum um at skipa eina bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátin.

 

Páll á Reynatúgvu legði eisini í 2010 uppskot fyri løgtingið um at timburlærlingar skuldu eisini læra bátasmíð.

 

Men tá samtykti løgtingið at heita á landsstýrið um at næmingar í smíð á teknisku skúlunum kring landið, kundu fáa innlit í føroyskt bátasmíð.

 

Síðani er ikki nógv hent og støðan er nú somikið hættislig, at farast má til verka at bjarga føroyskum bátasmíði, og føroyska bátinum, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Hann sigur, at tað ber til at venda gongdini, Tað snýr seg bara um vilja.

- Løgtingið hevur stuðlað føroyskum skipasmíði. Hví ikki stuðla føroyskum bátasmíði, spyr hann.

 

- Vit kunnu gera stuðulsskipanir, sum gera tað bíligari at útvega sær føroyskan bát. Vit kunnu lækka avgjøldini, ella gera føroyskt bátasmíð skattafrítt. 

 

Øll hesi tiltøkini høvdu økt um eftirspurningin, sigur Páll á Reynatúgvu

 

Hann heldur, at føroyski báturin kann eisini verða partur í lógini um at varðveita træskipini, men vit kunnu eisini gera bátasmíð til ein part av timburlæruni.

 

Hann heldur eisini, at tað eru nógvar og góðar grundgevingar fyri at gera bátasmiðir til almenn starvsfólk.

 

 - Enn ber tað til at bjarga føroyska bátinum, men tann møguleikan hava vit ikki leingi afturat, sigur Páll á Reynatúgvu.