Føroyskar kvinnur kannast fyri bróstkrabba

Allar kvinnur í einum ávísum aldri, fáa nú tilboð um at verða kannaðar

Nú verða regluligar kanningar fyri bróstkrabba settar í verk í Føroyum.

 

Tað boðar Landssjúkrahúsið frá, nú seinnapartin.

 

Tað hevur leingi verið eitt ynski um at seta regluligar kanningar í verk og nú verður tað veruleiki.

 

Her er talan um, at frískar kvinnur verða kannaðar í eini roynd at uppdaga bróstkrabba, áðrenn hann ger so nógv um seg, at heilsuskaði stendst av.

 

Regluligar kanningar fyri bróstkrabba er eitt nýtt tilboð frá føroyska heilsuverkinum, har allar føroyskar kvinnur ímillum 50 - 69 ár, nú fáa tilboð um at verða kannaðar fyri bróstkrabba.

 

- Landssjúkrahúsið hevur lýst eftir serlækna og væntandi verða fyrstu kvinnurnar innkallaðar í desember í ár, sigur Landssjúkrahúsið.

 

- Eftir ætlan skulu 2500 kvinnur kannast um árið, soleiðis at allar kvinnur ímillum 50-69 ár verða kannaðar annaðhvørt ár.