Føroyskar flogbóltskvinnur í "vanvittig duel"

(Flogbóltur) Birgit Guttesen og Sofía Purkhús eiga lut í “vanvittig duel”

Tær báðar føroysku flogbóltskvinnurnar í Frederiksberg Volley, Birgit Guttesen og Sofía Purkhús, vóru fyri kortum parti av einum dramatiskum bólti í flogbólti, tá tær vunnu stig, eftir at bólturin hevði ferðast aftur og fram fleiri ferðir.

 
- Eg haldi aldrin, at eg havi sæð ein líknandi tvídyst í donskum flogbólti, sigur frásøgumaðurin á Kanalsport.dk.

Tað var í dystinum móti Brøndby, sum bleiv vístur í donskum sjónvarpi, at Fredriksberg Volley vann ein bólt, sum er blivin lýstur sum ein “vanvittig duel”. Tað var í øðrum setti við støðuni 15-15, at Birgit Guttesen servar.

 

Trýst HER fyri at síggja brotið

 

- Tað er spennandi at verða partur av og adrenalinið fer í topp. Fokus er á, at ikki gera nakað býtt, fyri at oyðileggja tað harða arbeiðið, sigur Sofía Purkhús um at verða partur av spennandi bóltinum, sum endaði við at Frederiksberg fekk stigið.

 

Stutt eftir dramatiskan bóltin verður time out, og tað kom væl við.

 

-  Tað kom væl við, so allar líka kundu koma niður á jørðina aftur, sigur Sofía Purkhús.

 

Frederiksberg Volley tapti dystin 3-0, men tað var javnt í øllum trimum settunum.