Føroyskar bókmentir í fokus

Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri Bókmentadøgum í Føroyum

Hósdagin tann 21. november byrja Bókadagar í Norðurlandahúsinum. Hetta er fyrstu ferð, at eitt slíkt tiltak er í Føroyum.

 

 

Í fýra dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verkstovur, framsýningar, konsertir og ymiskt annað, har alt er við støði í skrivaða orðinum.

 

- Skipað verður fyri hesum døgunum við ynskinum um at geva føroyskum rithøvundum størri møguleikar fyri menning og íblástri, samstundis sum sterkari alment ljós verður sett á føroyskar bókmentir, verður sagt frá Rithøvundafelag Føroya, ið saman við Norðurlandahúsinum skipar fyri bókmentadøgunum.

 

Fyrstu tveir dagarnir, hósdagur 21. og fríggjadagur 22. november, eru ognaðir høvundum og øðrum, ið arbeiða við at skriva ella myndprýða. Skipað verður fyri fimm ymiskum verkstovum, umframt fyrilestrum. Luttakararnir fáa høvið at skifta orð um hugskot og royndir, samstundis sum tey kunnu fáa vitan og íblástur.

 

Bókadagarnir, ið byrja hósdagin og enda sunnudagin, eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðindafólkum og fólki øllum, ið hava áhuga at skriva og lesa.