Føroyska videolagárið 2015

Á Facebook er ein bólkur, sum nevnist Føroysk Videoløg, har roynt verður at savna føroysku videoløgini, sum finnast.

 

Tað var ein tíð, tá eitt hvørt lag, sum skuldi hava nakað upp á seg, mátti hava sítt egna videolag, soleiðis at tí varð tryggjað spælitíð í sjónvarpinum.

 

Videoløgini hava kanska ikki sama týdning longur, eftir at stroyming av tónleiki tók dik á seg, men enn verður nógv orka løgd í at gera videoløg, sum kanska fyrst og fremst eru at síggja á Youtube. Gomlu sjónvarpskanalirnar sum MTV og the Vault vísa sum frá líður alt annað enn tónleik, men Youtube er altíð opið.

 

Facebookbólkurin Føroysk Videoløg hava nú savnað øll løgini, sum eru løgd afturat bólkinum í ár. Flestu teirra eru gjørd í ár, tó okkurt undantak kanska er.

 

Løgini eru samlaði í ein sonevndan playlista á youtube, sum er at finna her.