Sum skilst, so verða tað Brandur Hendriksson Olsen og Tróndur Jensen, sum skulu mannað miðvøllin hjá føroyska U-21 landsliðnum í dag móti Týsklandi.
Restin av liðnum er at kenna aftur. Sonni Ragnar Nattestad og René Shaki Joensen eru við eftir skaðar, meðan Árni Frederiksberg er tøkur aftur eftir leikbann.
Sjónvarpsrásin, Eurosport, vísir beinleiðis frá dystinum. Rás2 fylgir eisini dystinum beinleiðis, sum byrjar klokkan 17.30.
Føroyar U21: (4-2-3-1)
Teitur M. Gestsson – Bárður Hansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen – Tróndur Jensen, Brandur H. Olsen – Árni Frederiksberg, Ari Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen – Gunnar Zachariasen