Eirikur Meitilberg hevur ment nýtt knappaborð, sum ger tað lættari at brúka føroyskar stavir, og fólk fáa hjálp til orðaval og stavseting.
Nýggja knappaborðið SpeedyKey, sum er ment til iPhones og iPads, verður eitt stórt framstig fyri føroyska málið og føroyska stavseting í talgilta heiminum.
Føroyska knappaborðið ger tað nógv lættari og skjótari at brúka føroyskar stavir, og knappaborðið hevur innbygd føroysk orðauppskot og rættstavara.
- Tað hevur verið tosað nógv um at fáa føroyska málið við í nýggju, talgiltu miðlarnar, og eg eri fegin um, at eg kann hjálpa føroyska málinum við hesum knappaborðinum, sigur Eirikur Meitilberg.
Lesið meira í Sosialinum, sum verður á gøtuni í dag.