Fólkafundurin: ABC Barnahjálpin, sum er ein hjálparfelagsskapur, ið virkar í fleiri londum hevði eisini ein bás á Fólkafundinum í Klaksvík.
Hilda Viderø er leiðari fyri ABC Barnahjálpina í tí vesturafrikanska landinum, Liberia, og hon slær fast, at hjálpin føroyingar senda til arbeiðið hjá ABC-barnahjálpina at stuðla skúlabyggingum og næmingum veruliga ger mun.
ABC Barnahjálpin vildi verða partur av Fólkafundinum, fyri at gera arbeiðið hjá felagsskapinum í Afrika meira sjónligt.
Undir myndini, sum er tikin av abc.fo ber til at hoyra eina samrøðu við Hildu Viderø um hjálpararbeiðið hjá ABC-barnahjálpini.