Føroyska FIRST LEGO LEAGUE finalan verður 12. Novembur 2022

Mynd av facebook vanganum hjá Lego league Føroyar

Nú er tíðin komin at finna føroyameistaran í FIRST LEGO League 2022.

 

Føroyski FIRST LEGO League-endaleikurin verður 12. novembur 2022 frá kl. 09.30 til 14.30 í skúlanum á Argjaharmi, har 12 lið fara at kappast um at gerast Føroyameistarar og møguleikan at umboða Føroyar í donsku finaluni.

 

 Evnið í ár er Super Powered og snýr seg um allar teir ymsu hættirnar vit framleiða, flyta og brúka orku í samfelagnum. Til endaleikin fara liðini fyri dómarum at leggja fram nýhugsandi loysnir sínar, at kappast í robott dystum á stóra flotta lego bananum, og  at hava básar, har tey kappast um at marknaðarføra loysn sína best. Øll eru hjartaliga vælkomin til finaludagin at fylgja við, hyggja og eggja á.

 

Sí eisini sjónband um FIRST LEGO League.

 

Mynd av facebook vanganum hjá Lego league Føroyar