Føroyska distillaríið heldur á fram at vekja ans úti í heimi

Tað skrivar Faer Isles Distillery í tíðindaskrivi:

Í fjør vóru stórar greinar um Faer Isles Distillery í altjóða tíðarritum so sum Tasting Table og Food & Wine Magazine, sum m.a. vístu á, hvussu føroyska veðurlagið er optimalt til at búna whisky, og hvussu serligi búningarhátturin í føroyskum opnahjallum er serstakur og ikki sæddur áður.

 

Eisini er distillaríið við í sjónvarpsrøð um distillaríir við Norðuratlantshavi, sum m.a. verður sýnd á 130 sjónvarpsrásum í 70 londum í Evropa, Asia, Avstralia og Miðeysturi, herundir risastóru amerikansku støðini PBS.

 

##med2##

 

Nú hevur so Whisky Magazine eisini stóra grein um distillaríið. Whisky Magazine er mest lisni miðilin í whisky-heiminum við stórum altjóða lesaraskara og er høgt virdur fyri sína redaktionellu góðsku og innliti í vinnuna.

 

www.whiskymag.com/articles/its-a-fair-time-for-whisky-in-the-faroe-isles

 

Eftir stórar seinkingar orsakað av koronu, fór Faer Isles Distillery undir whisky framleiðslu fyri einum ári síðani. Av tí at whisky skal búnast í minsta lagi í trý ár, eru tískil enn 2-3 ár, áðrenn fyrsta whisky kemur á marknaðin. Tey eru tó somikið nøgd við góðskuna, at tey í næstum koyra sítt new make whisky – nýframleiddu rávøruna, ið verður lagt at búna á tunni – á marknaðin í smáum 20cl fløskum, so forvitin kunnu fáa ein forsmakk. Tað er tó umráðandi at undirstrika, at hetta er sterkur, óbúgvin løgur, ið als ikki kann sammetast við búnað whisky.

 

##med3##

 

Sum nevnt í greinini hjá Whisky Magazine selur felagið í løtuni eisini áfyltar whiskytunnur fyri at fáa fígging til raksturin, meðan bíðað verður eftir, at fyrstu fløskurnar við whisky verða klárar. Bíðilisti er á heimasíðuni www.faer.fo/whisky