Føroyska »BR Leikur« er eitt sterkt felag

Seinasta roknskaparár var metár hjá BR Leikum í Føroyum. Bruttovinningurin setti met við 4,6 milliónum krónum, og pengar vóru at lata eigarunum 3 milliónir krónum í vinningsbýti

Seinasta roknskaparár var metár hjá BR Leikum í Føroyum. Bruttovinningurin setti met við 4,6 milliónum krónum, og pengar vóru at lata eigarunum 3 milliónir krónum í vinningsbýti.

 

BR Leikur eru ikki fevndar av húsaganingum hjá »Top-Toy«, sum er felagið, sum stendur handan handilsketurnar við leika í Norðanlondum, »Fætter BR« og »Toys "R" Us«.

 

Tað er tí, at BR Leikur er føroyskt felag, og sum keypir vørur frá »Top-Toy« og nýtir samleikan hjá Fætter BR.

 

Sambært roknskaparheimasíðuni Vinnuvitan.biz, so hevur tað ongantíð gingið so væl hjá BR Leikum í Føroyum, sum seinasta roknskaparár, sum var 2017. Tá hevði felagið ein bruttovinning upp á 4,6 milliónir krónur, og ársúrslitið var 1,2 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá felagnum er 5,8 milliónir krónur.

 

Felagið rindaði síðsta roknskaparár 2,75 milliónir krónum í lønum og góða fjórðingsmillión í skatti. Felagið hevur onga langafreistaða skuld.

 

Sambært roknskapartølunum hjá Vinnuvitan.biz, sum ganga aftur til 2004, so hevur felagið áður rindað eigrunum 15 milliónir krónur í vinningi.

 

Sambært fráboðan frá BR Leikum, so skal felagið finna sær nýggjan veitara av leika og verður helst noytt at skrifta navn. Men felagið stendur við øllum sínum skyldum, so sum umbýtingarrætti og gávukortum.

Stjóri í BR Leikum er Rita Syderbø í Hoyvík

 

Í nevndini sita: Bárður Nielsen, Vestmanna, sum er nevndarformður. Nevndarlimir eru Ása á Dul Jacobsen og Poul Jacobsen, Tórshavn.