Vit hava virknastu arbeiðsfjøld í Evropa

Vinnutíttleikin er serstakliga stórur í Føroyum samanborið við onnur lond. Ein tann størsti munurin millum Føroyar og hini londini er, at bæði tey ungu, tey eldru og kvinnurnar í Føroyum eru meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni.

 

Tað skrivar Hagstovan.

 

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 84,9% fyri bæði kyn. 

 

Longu frá 15 til 20 ára aldur er vinnutíttleikin um 80% í Føroyum og 70% í Íslandi, samanborið við sløk 45% í Danmark og 20% í ES.

 

Nærum eins stórur er munurin millum tey eldru. Tá tað snýr seg um tey 65 til 69 ára gomlu, eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á stívliga 70%. Hjá 70 til 74 ára gomlum er hann á stívliga 30%, sum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum.

 

Roknað fyri allar aldursbólkar frá 15 til 74 ár er vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum 87% samanborið við 70% í ES. Hjá kvinnum er vinnutíttleikin 82% samanborið við 58% í ES.

 

##med2##

 

Sami stóri munur millum Føroyar og hini londini hjá teim yngstu og teim elstu monnunum er ikki í hinum aldursbólkunum. Í aldursbólkunum frá 25 árum og fram til 60 ár er vinnutíttleikin eisini størri í Føroyum, men ikki í eins stóran mun.

 

##med3##

 

Hjá kvinnum er munurin millum Føroyar og hini londini enn sjónligari. Vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er væl oman fyri vinnutíttleikan í øðrum londum, heilt frá yngstu árum og upp í sjeyti-árini.

 

##med4##

 

Samanbering við 35 lond í Europa

 

Eurostat, sum er hagtalsstovnurin hjá ES, hevur sambærilig tøl fyri ES-londini og onnur lond við ávísum tilknýti til ES. Føroysku tølini eru gjørd eftir sama leisti og eru tí sambærlig. Her er stórur munur millum Føroyar og tey 35 londini í Eurostat.

 

Nógv størsti vinnutíttleikin er í Føroyum, bæði hjá kvinnum og monnum. Hetta er ikki ein nýggj støða, men nakað, sum er broytt seinastu árini, er at munurin millum Føroyar hini londini vorðin størri. Áður hava Føroyar og Ísland togast um størsta vinnutíttleikan, men nú er munurin millum hesi bæði londini vorðin størri. Hjá føroyskum monnum er vinnutíttleikin 87% og hjá íslendskum 82%. Hjá kvinnunum er hann ávíkavist 82% og 75%.

 

Eisini er sermerkt fyri vinnutíttleikin í Føroyum samanborið við onnur lond, at onga aðrastaðni er munurin millum kynini so lítil.

 

Myndirnar sýna samlaða vinnutíttleikan fyri alla arbeiðsfjøldina 15 til 74 ár, í Føroyum og 35 øðrum londum í Evropa.

 

##med5##

 

Um arbeiðsfjøldarteljingina

 

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

 

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

 

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

 

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.