Føroysk vika í Ansager

Føroyskir tónleikarar spæla hesa vikuna á kendum staði í Jútlandi

Mariehaven er sera hugnaligt spælistað

Hesa vikuna hava tey føroyska viku í Mariehaven í Ansager í Danmark. Mariehaven, Galleriet og Vingaarden eru partur av sama konsepti í Ansager, og har hava tey javnan konsertir ­– bæði innandura og uttandura. Hesa vikuna spæla fleiri føroyskir tónleikarar har.

 

Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin spæla Kristina Bærendsen og íslendski Böddi Reynis konsertir á Galleriet og á Vingaarden.

 

Seinnapartin sunnudagin verður stórt konsert í Mariehaven. Har fer Hallur Joensen at spæla við bólki sínum. Eisini framføra Jessica Joensen, Kristina Bærendsen og Stanley Samuelsen.

 

Ansager liggur í Vesturjútlandi, umleið ein hálvan tíma norðanfyri Esbjerg.

 

Mariehaven er sera hugnaligt spælistað

Hallur Joensen og Jessica Joensen hava áður framført í Mariehaven