Tað verður Michael Dalbø á Norðskála, sum skal standa á odda fyri arbeiðnum at røkja áhugamálini hjá føroyskum veiðifólki hesa næstu tíðina. Tað er greitt, nú Veiðifelag Føroya hevur havt aðalfund.
Marner Gaard og Óli Regin Hansen, ið hava verið formaður og nevndarlimur í felagnum síðani tað varð stovnað, tóku ikki við afturvali, og í teirra stað vórðu Michael Dalbø á Norðskála, og Brian Johannesen, á Nes í Eysturoy, valdir.
Levi Danielsen í Kollafirði stóð ikki fyri vali í ár, og heldur tískil fram í nevndini. Endamálið hjá felagnum er at umboða og verja áhugamálini hjá teimum, ið fáast við haru og fuglaveiðu. Men endamálið er eisini at verða hoyringspartur hjá myndugleikunum í spurningum um veiðitíðir, friðing, vápnalógarsmíð og í málum annars, ið eru viðkomandi fyri veiðifólk. |
Og tey siga, at tey taka fegin ímóti fleiri limum í felagið.










