Leygardagin 12. juli 2014 verður Adidas Summar Cup á fyrsta sinni. B36 og Thomas Dam Intersport haba tikið stig til at fyriskipa eina føroyska summar fótbóltskapping, ið hevur fingið navnið Adidas Summar Cup.
Fyriskipararnir halda tað vera harmiligt, at føroyski barna- og ungdómsfótbóltur liggur stillur stóran part av summarhálvuni, tá veðrið og umstøðurnar til fótbólt eru av tí besta. Ætlanin er tí, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak, ið skal mennast og gerast størri ár um ár.
Kappingin verður fyri aldursbólkarnar U6, U8, U10, U12, U14 og U16, og verður sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Her er vert at leggja til merkis, at ein kapping verður fyri U6, ið vanliga luttekur sum partur av U8.
Aftrat sjálvari fótbóltskappingini verður eisini skipað fyri fleiri stuttligum tiltøkum rundan um vøllin fyri øllum luttakarum, so hetta verður ein veruligur fótbólts- og ítróttardagur í Gundadali.