Føroysk skúlabørn vita ov lítið um samfelagið

Næmingar í 9. flokki skulu hava meiri undirvísing í samfelagsfaki

Næmingar í 9. flokki fáa ov lítla frálæru um nútíðar samfelagsviðurskifti.

Tað heldur Javnaðarflokkurin.

 

Orsøkin til tað er, at lærugreinin er tengd saman við søgu.

Tí hevur Javnaðarflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um, at næmingar í 9. flokki skulu hava tveir tímar um vikuna í samfelagsfaki burturav.

 

- Tá lærarin bæði skal røkka samfelagsfaki og søgu teir tveir tímarnar um vikuna, er avmarkað, hvussu víða um til ber at fara, sigur Rigmor Dam, sum er framsøgufólk fyri Javnaðarflokkin í skúla- og mentamálum

 

Í uppskotinum, sum Løgtingið fer at viðgera í dag, vísir Javnaðarflokkurun á, at í skúlanum verður ómetaliga lítil dentur lagdur á nútíðar samfelagsviðurskifti.

- Men tíðin, sum farin er, fær lutfalsliga stóra rúmd.

 

- Tí mælir Javnaðarflokkurin til, at lærugreinin samfelagsfak verður kravd lærugrein tveir tímar um vikuna í 9. flokki, og at lærugreinin Søga og samtíð verður broytt til Søga, sum eisini er tveir tímar um vikuna. 

 

Rigmor Dam sigur, at endamálið við hesum er at styrkja tann partin av endamálinum við fólkaskúlanum, sum snýr seg um at búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag, sum tað stendur skrivað.

 

Í hesum sambandi hugsar hon um at næmingarnir í 9. flokki skulu fáa undirvísing um arbeiðsmarknað, um vald og ávirkan, um miðlar, tøkni, vælferðarsamfelagið, javnstøðu, løgting og kommunur, val og valskipanir, valstríð og veljarakanningar, fólkaræði, politiska skipanin, politiskar hugsjónir og flokkar, vinna og tilfeingi, fiskur, olja, aling, búskapur, tjóðar, og húsarhald búskap, globalan búskap, búskaparliga ringrásina, áhugafelagsskapir, stjórnarskipan, politisk filosofi, altjóða politikkur, menning og ídnaður, norðurlendska samstarvið, umhvørvið og ávirkan, ríkisfelagsskapurin, bólkar og felagsskapir, brotsverk og revsing, rættarsamfelagið, livikor og livihættir, hagtøl, einstaklingurin í felagsskapinum, familjumynstur, bústaðarviðurskifti, brúkaramál, sosiala arv, marginalisering, racisma og fremmandahatur, mentanarlig eyðkenni og fjølbroytni, samleiki og sosialisering, lívsstílur og forbrúk.

 

Rigmor Dam sigur, at kostnaðurin fyri tveir tímar í samfelagsfrøði um vikuna í 9. flokki hevði verið umleið eina millión krónur um árið.

 

- Hetta kundi eitt nú verið fíggjað við pengum frá lærugreinini týskt, sum ikki longur er kravd lærugrein fyri at sleppa á miðnám, og sum tískil er í stórari minking, sigur hon.