Føroysk Pisakanning í sólarmyrking

Føroyskir skúlnæmingar skulu sita í sveittabroti til Pisaroynd, sama dag, sum aldarinnar sólarmyrking verður í Føroyum

Næsta Pisaroynd í Føroyum er ásett at vera tann 20 mars.

Men tað er ein heilt serligur dagur í Føroyum.

Hetta er dagurin, tá ið fólk koma streymandi úr øllum heiminum til Føroya at síggja eina heilt serstaka náttúruhending, nevniliga  aldarinnar sólarmyrking.

 

Hetta er nevniliga dagurin, tá ið nakað so ógvuliga sjáldsamt, sum full sólarmyrking verður - og í øllum heiminum sæst  hon best í Føroyum.

Tí hava túsundtals útlendsk ferðafólk boðað frá, at tey koma higar hendan dagin.

 

Og tað fellur mongum lærarum fyri bróstið, at føroyskir skúlanæmingar skulu sita til Pisaroynd akkurát hendan dagin.

Lærarar, sum gera vart við seg á Facebook halda, at dagurin má broytast - ella má Pisa vera Pisa, tí hetta upplivilsi mugu vit unna næmingunum. Tað eru næmingarnir í 9. flokki, sum skulu til Pisakanning.

 

Aðrir lærarar halda, at talan kann ikki vera um at taka hetta upplivilsi frá næmingunum - serliga tá ið hugsað verður um, at nettupp vísindi eru høvuðsevnið á næstu Pisakanning.

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking úr Mentamálaráðnum enn.