Føroysk list í Klampenborg

Síðani 8. mars hevur Zacharias Heinesen sýnt fram sína list í GalleriLarsBorella á Strandvegnum í Klampenborg. Hetta er triðu ferð, at Zacharias Heinesen sýnir fra í hesum hugnaligu hølunum. Øðru megin við útsýni yvir Oyrasund, hinumegin við útsýni yvir Erimitageslættan.

Síðani 8. mars hevur Zacharias Heinesen sýnt fram sína list í GalleriLarsBorella á Strandvegnum í Klampenborg. Hetta er triðu ferð, at Zacharias Heinesen sýnir fram í hesum hugnaligu hølunum. Øðru megin við útsýni yvir Oyrasund, hinumegin við útsýni yvir Erimitageslættan.

 

Á framsýningini eru 26 listaverk í natúr-abstraktiónum av bygdum og landsløgum.

 

– Vakrari kunnu Føroyar ikki sýnast fram fyri umheiminum, og tú kemur víða í føroyskum náttúruni, skrivar Roland Thomsen, sum hevur verið til framsýningina og sent okkum myndir og frásøgn.

 

Av heitunum kunnu nevnast »Oyndarfjørður«, »Lítla Dímun«, »Mykines bygd«, »Tórsgøta«, »Kalsoy og Kunoyarfjørður« og mangt annað. »Við Gjógv« verður víst heilar tríggjar ferðir, sum akvarel, sum akryl og sum olja og lørift.

 

Tá framsýningin lat upp hendan seinnapartin vóru sum vant nógv listaáhugað fólk komin fyri at síggja framsýningina.

 

– Hølini vísa, bæði viðvíkjandi plássi og ljósi, føroysku listaverkini á best hugsandi hátt, og stemningurin á fólki var eisini sera vinaligur, flógvur og smílandi, sum eisini førdi til, at fleiri av listaverkunum fingu tann eyðkenda reyða prikkin, sigur Roland Thomsen.

 

Tíverri fekk listamaðurin sjálvur, Zacharias Heinesen, ikki verið til staðar á sjálvari ferniseringini. Men framsýningini er opin til 6. apríl.

 

Leggjast kann afturat, at í morgin, sunnudagin, klokkan 15 fer Stanley Samuelsen at syngja í GalleriLarsBorella, har Zacharias Heinesen sýnir fram.